Orrustan í Kringvarpinum bara veksur í vavið og sum skilst eru fleiri journalistar ávegis at senda kæru til Kringvarpsstýrið um støðuna. Sigmund Poulsen, sakførari hjá Liljuni Weihe sigur við Miðlahúsið, at grundarlagið undir uppsøgnini eru skeivar faktuellar niðurstøður og skeivar metingar, sum leiða til skeivar løgfrøðiligar niðurstøður.
- Tað, sum er grundarlagið undir uppsøgnini hjá Liljan Weihe er, at hon – væl vitandi um, at tað ikki passar – hevur sagt við Kringvarpsstýrið, at Johnny í Grótinum hevur gjørt avtalu við Eyðun Mørkøre um at koma í sjónvarpsstovuna. Johnny í Grótinum heldur fast í, at Liljan Weihe visti, at hetta ikki var rætt, sigur Sigmund Poulsen, og sigur seg vita um ein avgerandi skjal í málinum.
- Vit vita, at tað finst ein teldupostur frá Eyðun Mørkøre til Johnny í Grótinum, har tað stendur púra greitt, at Johnny í Grótinum gjørdi avtalu við Eyðun Mørkøre. Hetta mótprógvar uppáhaldinum í uppsøgnini, sigur Sigmund Poulsen, sakførari hjá Liljan Weihe.
Víðari sigur Sigmund Poulsen, at í ætlanarskrivinum um uppsøgn verður Liljan Weihe somuleiðis løgd undir at verða kelda hjá Vikuskiftis Sosialinum. Temaið hjá Vikuskiftis Sosialinum frá 24. november, har skjøl frá Kringvarpsfólki til Kringvarpsstýrið um stjóran verða viðgjørd, eru eitt høvuðspunkt í uppsøgnini.
- Liljan Weihe var ikki keldan hjá VikuskiftisSosialinum og tað ber heldur ikki til hjá nøkrum at gita um, hvør er keldan, sigur Sigmund Poulsen í dag.
Hann sigur, at tey hava í hyggju av afturvísa ætlanarskrivinum um uppsøgn og krevja, at Liljan Weihe sleppur til arbeiðis aftur sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum.
Miðlahúsið hevur í dag og í gjár roynt at fingið viðmerking frá Johnny í Grótinum, men tað hevur enn ikki eydnast.










