Elektrosnillingurin SAKARIS letur komandi fríggjadag frá sær nýtt sjónbandalag. Talan er um eitt sjónbandalag til sangin „Breathe“, ið er fyrsta staklag frá komandi útgávuni „I Can Do Better“.
SAKARIS er kendur fyri síni peppaðu popplög, harímillum „I Put On This Dress Only for You“, „Music Is Never Gonna Make Me Rich“ og stóra summarhittið 2020 „Aalborg“.
Nú er hann klárur við nýggjari útgávu í fullari longd, og verður lagið „Breathe“ givið út sum fyrsta staklag frá komandi útgávuni.
Sjónbandalagið er tikið upp í Reykjavík, og lýsir tað eina heldur øðrvisi kærleikssøgu, har alt verður vent á høvdið, og alt gerst so neyðarsligt sum til ber.
Sjónbandið hevur frumsýning fríggjadagin 20.11, kl 19.15. Trýst á leinkjuna fyri at luttaka í beinleiðis frumsýning: https://www.youtube.com/watch?v=RyYXfes8Pyk&feature=youtu.be