Sakaris Zachariassen, sum eins og Grímur Hammer á Eiði hevur latið seg stillað upp til formansvalið í Føroya Fiskimannafelag móti sitandi formanni, Jan Højgaard, fer at halda nýggjár í Skálavík saman við damuni, verforeldrum og vinum.
- Her verður felagsbál, sum kommunan og ungmannafelagið Keldan skipa fyri, so har gongur leiðin, sigur hann.
Spurdur, um hann keypir fýrverk, sigur Sakaris, at okkurt verður keypt, men ikki tað stóra.
- Tá børnini vóru smá, keypti eg altíð fýrverk til tey - og so plagdu vit at skjóta fýrverk saman, sigur hann.
Sakaris leggur aftrat, at frálíki countrysangarin Alex Bærentsen fer at syngja og spæla til dans í Kelduni, og her fer hann avgjørt ein túr innar.
- Eg havi onkuntíð givið nýggjárslyfti, og okkurt hevur hildið. Í 1986 lovaði eg, at eg ongantíð skuldi koyra bil aftur ávirkaður, og tað hevur hildið til hendan dag.
Hann heldur tó, at nýggjárslyfti sjáldan halda. Og tó. Okkurt undantak er.
- Eg lovaði mær eitt árið, at eg skuldi ikki leggja av at roykja - og tað helt. Man skal jú vera realistiskur, ikki sannheit? Í ár er mítt nýggjárslyfti eitt loyndarmál, sigur hann brosandi.
Men, hvat er so nýggjársynski hjá streymnesmanninum í Skálavík?
- Mítt ynski er, at tað skal ganga mínum børnum, familju, vinum og annars øllum í Føroyum væl. Ella sagt stutt - friður á jørð og í menniskjum góður tokki. Og so sjálvandi ynski eg eisini, at fiskimenn velja meg til formann í Føroya Fiskimannafelag, sigur Sakaris Zachariassen.