Stutt fyri midnátt gamlaárskvøld byrjaðu teknikarar hjá russiska gassfelagnum Gazprom at skrúva trýstið niður á kranunum til Ukraina, eftir at ukrainska stjórnin hevði sýtt fyri at góðtaka tað seinasta sáttmálatilboðið úr Moskva. Tað ber í sær, at ukrainar fáa ikki teir 120 milliónir rúmmetrarnar av gassi, sum landið hevur brúk fyri um dagin.
Men ukrainar hava kortini ein møguleika, tí teir kunnu fáa sær burtur av gassinum, sum russar senda til Vesturevropa ígjøgnum leiðingar, sum liggja ígjøgnum Ukraina. Tað vilja russar ikki góðtaka, men ukrainar siga seg hava rætt til 15 prosent av gassinum til Evropa aftur fyri, at leiðingarnar ganga ígjøgnum Ukraina.
Stríðið ímillum Russland og Ukraina er eitt stríð um prísin á russiska gassinum. Higartil hevur Ukraina goldið 50 dollarar fyri hvørjar 1.000 rúmmetrar av gassi, men Gazprom vil hava 230 dollarar, sum er tað, ið hini londini í Evropa gjalda. Ukraina vil hava eina tillagingartíð og er sinnað at gjalda 80 dollarar ta fyrstu tíðina, men Gazprom sigur nei.
Ukraina hevur skrivað undir sáttmála við Turkmenistan um at fáa gass haðani fyri 65 dollarar fyri 1.000 rúmmetrar, men trupulleikin er, at tað gassið má flytast ígjøgnum Russland.
Stjórnin í Kiev hevur lovað ukrainska fólkinum, at tey skulu ikki sita køld í vetur, men verður kreppan ikki loyst skjótt, kann hon ávirkað viðurskiftini á flestu ukrainum. Hon kemur heldur ikki Viktor Jusjtsjenko, forseta serliga væl við. Hann hevur longu mist ein part av sínum góða umdømi, tí ukrainar halda seg ikki hava fingið nóg nógv burtur úr valdsskiftinum, og gasskreppan bøtir neyvan um umdømi hansara, skrivar AP.










