Sajdak skorar í Finnlandi

Tað hepnaðist ikki heilt so væl, tá GÍ í fjør styrkti sær um álopspartin við pólverska Tomasz Sajdak. Bert tvey mál gjørdist talan um í fjør, og tað var ikki nóg mikið at sannføra leiðsluna í felagum um, at hann skuldi verða partur av nýggja Víkingi. Ístaðin hevur Sajdak gjørt sáttmála við finska HJK Helsinki, og har hevur hann longu gjørt vart við seg. Sajdak var nevnliga maðurin, sum skoraði fyrsta málið, tá HJK um vikuskifitð vann 2-0 á útivølli móti Mariehamn. Talan var um fyrsta umfarið í finsku landskappingini.