Sävehof reyk úr svensku steypakappingini

Sävehof mátti lúta fyri Önnered

Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof ruku í dag úr svensku steypakappingini.

 

Sävehof spældi seinnu fjórðingsfinaluna á útivølli móti grannunum, Önnered. 

 

Fyrri dysturin í Partille endaði við javnleiki 27-27, og hesaferð vann Önnered 29-27, og harvið ein samlaðan 56-54 fjórðingsfinalusigur.

 

Í steðginum var heimaliðið á odda 16-13. Tá seks minuttir vóru eftir av dystinum var støðan javnleikur 27-27, men seinastu løtuna megnaði Sävehof ikki at skjóta mál.

 

Óli skoraði trý mál fyri Sävehof.

 

Sävehof kann nú hugsavna seg um bestu deildina og EHF European League.

 

Komandi týskvøld klokkan 19.45 spælir Sävehof dyst á útivølli móti franska liðnum, Toulouse í bólki H í European League.