Sætta tapið á rað hjá Follo

Gongdin er vánalig hjá Anniku Fríðheim Petersen og liðfeløgunum í Follo

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Follo eru framvegis næstaftast í bestu norsku hondbóltsdeildini við bert seks stigum.

 

Í kvøld tapti Follo sætta dystin á rað. Í dag gjørdist talan um eitt 27-33 tap fyri Romerikets Ravens á útivølli.

 

Í fyrra hálvleiki gekk væl, og var Follo á odda 15-13 í steðginum. Í seinna hálvleiki gekk tað illa í hond, og so gjørdist talan um enn eitt tap hjá Follo.

 

Annika bjargaði bert átta prosent av málroyndunum. Kappingarneytin, June Cecilie Krogh stóð seg munandi betri við einum bjargingarprosenti upp á 28 prosent, so her er talan um harða kapping hjá føroyska landsliðsmálverjanum.

 

Komandi sunnudag tekur Follo móti Oppsal á heimavølli.