Sætta streymslitið í ár í morgun

Tíðliga í morgun fór streymurin í Suðuroynni

Tíðliga í morgun, um hálvgum seks tíðina, fór streymurin í Suðuroynni, veit Suðurrás at siga frá. Streymurin var burtur í okkurt um ein hálvan tíma, so neyvan var streymslitið til stóran ampa hjá fólki.

 

Hetta er sætta streymslitið higartil í ár og annað streymslitið, sum rakar Suðuroynna. So seint sum í gjár var streymslit norðarfjørðs, tá bygdirnar Skælingur og Leynar lógu uttan streym eina stund.

 

Nógv ónøgd hevur breitt seg um mongu streymslitini seinastu tíðina, og millum annað hevur Johan Dahl, landsstýrismaður í orku- og elveitingarmálum, biðið SEV um eina frágreiðing um mongu streymslitini.