Oyggjaleikir: Helgi Winther Olsen var stutt fyri tíð bara tíggju sekund aftanfyri fremsta bólkin, men endaði við at koma á mál á sætta plássi næstan tveir minuttir eftir vinnaran.
- Eg eri væl nøgdur. Hetta er ikki mín styrki, tí teinurin í dag var ikki so tekniskur, men nu eri eg so komin í gongd og tað kennist deiligt, sigur Helgi Winther Olsen.
Súkklað var í 50 minuttir á einum teini, ið tók áleið tríggjar minuttir at gjøgnumføra. Teinurin var í eini frítíðarpark stutt frá tjóðarleikvøllinum á Bermuda. Talan var um Criterium fjallasúkkling. Føroyska liðið var mannað av Helga Winther Olsen, Boga Kristiansen, Sigmundi Olsen, Jógvani Højgaard og Rúna Øster.
Helgi var fyrstur á mál av føroyingunum. Hann royndi at bjóða teimum fremstu av seinastu tíggju minuttirnar, men feltið frammanfyri var betri fyri og koyrdi frá honum seinastu umgangirnar.
Mikudagin verður Cross Country súkklingin. Tá hevur føroyska liðið betri vónir enn til súkklingina í dag. Teinur tá er meiri tekniskur og avbjóðandi. Tá er talan eisini um liðkapping. Vónin er eitt bronsu heiðursmerki.