Saddam var eingin hóttan ímóti heimsfriðinum

CIA segði ongantíð, at Saddam Hussein var nøkur hóttan ímóti heimsfriðinum, sigur stjórin, George Tennet.

Tað var ikki amerikanska fregnartænastan, sum greiddi George W. Bush, forseta og hansara monnum frá, at Saddam Hussein var ein hóttan ímóti heimsfriðinum.

Tað sigur CIA-stjórin, George Tennet.

-Okkara kanningar bendu ikki á, at hann var nøkur hóttan, sjálvt um tað var tann myndin, sum Washington og London góvu heiminum, sigur Tennet. Hann avsannar kortini, at stjórnin legði trýst á fregnartænastuna fyri at fáa hana at gera Irak til eina størri hóttan, enn landið veruliga var.

CIA hevur í seinastuni verið fyri hvøssum atfinningum, tí tænastan verður løgd undir at hava givið stjórnini skeivar upplýsingar. Um tað sigur George Tennet:

-Tá allur sannleikin um Irak er komin á borðið, fer tað at vísa seg, at vit hvørki mistóku okkum ella høvdu heilt rætt.