Saddam fekk sjey ár afturat

Sum væntað fekk irakski forsetin allar atkvøðurnar á forsetavalinum týsdagin.

Irakski forsetin, Saddam Hussein, verður sitandi í forsetaembætinum sjey ár afturat, verður hann ikki feldur. Higartil hevur hann havt valdið í Irak í 23 ár.

Á valinum fyrradagin eydnaðist tað honum at fáa 100 prosent ella allar atkvøðurnar, men veljararnir høvdu heldur einki í at velja, tí Saddam Hussein var einasta valevnið.

Á valinum fyri sjey árum síðani fekk Saddam 99,96 prosent, men orsakað av amerikansku hóttanini um kríggj varð roknað við, at hann hesaferð fór at røkka teimum 100 prosentunum. Og so varð.

Umleið 12 milliónir irakar fingu møguleikan at atkvøða ja ella nei fyri Saddam Hussein.