Mitt í harða danska valstríðnum millum eina ørgrynnu av donskum valevnum royna 46 ára gamli havnarmaðurin Martin Karbech Mouritsen og 57 ára gamla Ása Sivertsen úr Hvannasundi at sleppa framat sum valevni hjá Centrumdemokratunum. Bæði hava verið virkin í donskum kommunalpolitikki áður, men hetta er fyrsta ferðin, at tey royna seg í fólkatingshøpi. Tey bæði vita ikki um onnur føroysk valevni í danska valstríðnum í ár.
Martin K. Mouritsen er uppstillaður í stóra valdøminum í Keypmannahavn Sønder Storkreds við 130.000 íbúgvum, sum er økið líka frá Ráðhúsplássinum og út á Amager.
Ása Sivertsen er uppstillað í Københavns Amt í sama valdømi sum gitni floksformaðurin Mimi Jakobsen, og talan er somuleiðis um eitt av størstu valdømunum, hóast hon ikki kennir neyva íbúgvaratali.
Fýra ár í kuldanum
Centrumdemokratarnir fingu fyri fýra árum síðani 1,8% av atkvøðunum, og tað var ikki nóg mikið til at fáa umboðan í danska fólkatinginum, við tað at markið er 2%. Men Martin K. Mouritesen og Ása Sivertsen hava góðar vónir um, at Centrumdemokratarnir aftur fáa umboð í fólkatingið, og tey siga seg í øllum føra vilja gera sítt til, at hetta eydnast flokkinum.
- Meiningakanningarnar plaga at svinga um 3%, so tær skal ein taka við fyrivarni, men sambært prognosunum ganga vit støðugt fram, hóast vit ikki eru komin upp um tey tvey prosentini enn, sigur føroyska fólkatingsvalevnið úr Tórshavn Martin K. Mouritsen.
Mimi er vónin
Spurdur um persónligu møguleikarnar hjá Martini K. Mouritsen hevur hann bæði beinini á jørðini, hóast hann eisini er merktur av bjartskygni. Hann greiðir frá, at hann er formaður hjá Centrumsdemokratunum í sínum valdømi, og hann metir, at hann sleppur rímiliga nógv framat.
- Danska valstríðið snýr seg eftirhondini burturav um persónsprofilering, og eg upplivi, at eg eftir umstøðunum havi megnað at gjørt vart við meg. Eg havi verið í stóru bløðunum og lokalútvarpinum á Amagerbro, og so havi eg eisini verið á sjónvarpsskíggjanum í tveimum stuttum innsløgum á DR og TV2, greiðir Martin frá. Hann sigur, at valevnini í smáu flokkunum ikki fáa tað stóra uppmerksemi, og tí er hann higartil nøgdur.
- Eg verði neyvan beinleiðis valdur, men møguleikin er til staðar at blíva eykavaldur, og tað er mítt mál. Men eg gerist als ikki vónbrotin, um eg ikki sleppi inn, sigur Martin K. Mouritsen.
Ása Sivertsen er sum áður nevnt í sama valdømi sum floksformaðurin hjá Centrumdemokratunum Mimi Jakobsen, og Mimi er hennara vón.
- Floksformaðurin fer sjálvsagt avstað við teimum flestu atkvøðunum, men um hon fær fleiri, enn hon nýtist, fara atkvøðurnar víðari til næsta valevni á listanum, og tað er mín vón, at Mimi fær eitt gott val, so hennara atkvøður fara víðari niður eftir listanum, sigur Ása Sivertsen, sum tó ikki væntar sjálv at blíva vald. Ása greiðir frá, at saman við Mimi Jakobsen er royndi politikarin Peter Duetoft kendasta navn og álit floksins.
Fogh vinnur
Ása Sivertsen og Martin K. Mouritsen eru bæði samd um, at tað er ein lærurík uppliving at vera við í einum donskum valstríðið. Tey fáa innlit í framferðarhættirnar handan leiktjøldini, tey leggja ætlanir og skráir fyri flokkin til rættis, og bæði eru samd um, at tað er avbjóðandi at royna at fáa flokkin inn aftur í hitan á Christiansborg. Spurd, hvør sigursharrin verður 8. februar, eru tey samd.
- Alt bendir jú á, at Anders Fogh Rasmussen enn einaferð fer avstað við sigrinum, men sum ein miðflokkur kunnu vit jú samstarva báðar vegir, so tað er ikki alt avgerandi fyri okkum, hvønn veg tað koppar, sigur Martin K. Mouritsen. Ása metir, at Centrumdemokratarnir ikki eiga at veita sín stuðul frammanundan, men bíða at síggja, hvat flokkurin fær frá hvørjum.
Bæði tykjast eisini vera samd um, at valdysturin hesaferð í stóran mun snýr seg um vælferðarstatin, arbeiðsmarknaðarviðurskifti og útbúgving, meðan spurningurin um útlendingar og tilflytarar, sum gjørdist snúningsdepilin fyri fýra árum síðani, er fánaður nakað.
Martin Karbech Mouritsen
Foreldrini eru Arnbjørn Karbech Mouritsen og Johanna Berg Mouritsen, og hann er 46 ára gamal og føddur og uppvaksin í Tórshavn. Er bachelor í jura frá Københavns Universitet og er í løtuni í holt við kandidat-útbúgvingina. Hevur annars verið sjálvstøðugt vinnurekandi seinastu 14 árini. Hann hevur búð í Danmark síðani 1992.
Ása Sivertsen
Foreldrini eru bóndahjúnini Óli og Sigrid Sivertsen úr Hvannasundi. Hon er 57 ára gomul og fødd uppvaksin í Hvannasundi, men hevur búð í Danmark síðani hon fór á realskúla í Danmark sum 14 ára gomul. Er útbúgvin og hevur arbeitt sum tryggingarráðgevi seinastu 35 árini.
Mynd: - Um floksformaðurin Mimi Jakobsen fær eitt gott val, fara hennara atkvøður víðari niður eftir listanum, og tað kann vera ein vón fyri okkum onnur í sama valdømi, sigur 57 ára gamla Ása Sivertsen úr Hvannasundi, sum nú roynir seg sum fólkatingsvalevni hjá centrumdemokratunum í Københavns Amt
Mynd:
- Eg verði ikki beinleiðis valdur, men mítt mál er at blíva eykavaldur, og so vóni eg, at flokkkurin kemur upp um tey tvey prosentini og tekur sæti á fólkatingi. Men eg gerist als ikki vónbrotin, um eg ikki blívi valdur, sigur 46 ára gamli havnarmaðurin Martin K. Mouritsen hjá centrumdemokratunum










