Ása Justinussen 60 ár

Í dag, mánadagin 19. desember, verður Ása Justinussen í Havn 60 ár. Ása hevur í mong ár átt stóran og trivaligan lut í føroyska mentanarlívinum.

Ása er fødd og uppvaksin í høvuðsstaðnum, men sum so mong onnur havnarfólk, so hevur hon røtur á bygd. Mamman, Olga Maria fødd Thomsen, var ættað úr Króki í Hvalba, og pápin, Søren Meinert Justinussen, var ættaður uppi í Húsi í Svínoy. Tey bygdu í Rabarbukvarterinum, og tey seks børnini hjá teimum vóru: Eigil føddur í 1928, Kjartan føddur í 1933, Ólavur føddur í 1936, Anna fødd í 1938, Tórhild fødd í 1941 og Ása fødd í 1945.
Eigil doyði í 1974, Kjartan í 1982 og Anna í 2002. Ólavur býr í barnaheiminum í Tvørgøtu, og Tórhild og Ása búgva á trøðni uppi við Villingardalsvegin, sum Søren Meinert í síni tíð saman við verfaðirinum breyt upp úr nýggjum.
Ása gekk í Nunnuskúlanum, og hon tók prógv í Færøernes Mellem- og Realskole. Hon leyk skrivstovuútbúgving hjá Lamhauge & Waagstein og gekk í handilsskúla, har hon í sjeyti árunum fekk prógv sum merkonomur í roknskapi.
Onkur stutt skifti var Ása í Danmark. Í 1968 fór hon at arbeiða í landsumsitingini. Hon fekk um endan á løgmanstíðini hjá Peturi Mohr Dam, og hon var í Tinganesi í fimtan ár.
Ása fór í starv í Norðurlandahúsinum beinanvegin, tá ið tað varð tikið í nýtslu í 1983. Umframt stjóran vóru normerað eitt og eitt hálvt starvsfólk, so tað er einki at siga til, at uppgávurnar vóru nógvar og fjølbroyttar.
Í 1990 fór Ása at arbeiða hjá Landsgrannskoðanini, og har er hon framvegis.
Ása Justinussen giftist í 1983 við Finnboga Ísakson. Tey fingu í 1986 dóttrina Glæma, sum doyði bara fýra mánaðir gomul. Finnbogi doyði 7. september í ár.
Har hon hevur verið, har hevur hon verið heil, er skoðsmálið, sum Ása fær frá teimum, ið hava havt við hana at gera í arbeiði og í øllum øðrum virksemi, sum hon hevur verið uppií. Sum blaðung var hon uppi í Havnar Fimleikarafelag, og seinnapartin av seksti árunum róði hon við Sílinum, sum vann nógvar sigrar. Í fleiri ár sang hon við Útvarpskórinum og Havnarkórinum, sum hon var við til at stovna í 1972, og sum hon hevur verið nevndarlimur og formaður í.
Á kirkjuráðsvalinum fyri stuttum varð Ása vald í kirkjuráðið fyri eystaru kirkjusókn í Havnini.
Onkuntíð hevur hon havt stuttar viðmerkingar í bløðunum. Eitt nú skeyt hon fyri tveimum árum síðani upp í lesarabrævi upp, at føroyingar heittu á danir um at taka tíggju milliónir av blokkinum og at senda tær beinleiðis sum menningarhjálp. Tað var ikki gamalt í Føroyum at geva tað, sum man hevði fingið, helt Ása.
Saman við Finnboga hevur Ása framt stórt bókmentaligt avrik. Hon stuðlaði honum í at leggja tríggjar bøkur um Tilburðir í okkara øld til rættis í áttati árunum, og síðani komu fýra útgávur av hentu og snotiligu Aftur og fram árbókini.
Finnbogi var formaður í ritstjórnini, sum hevði ábyrgdina av at geva tey trý bindini av Løgtingið 150 ár út, og eisini í tí arbeiðnum átti Ása sín skilagóða lut. Tað gjørdi hon eisini, tá ið Finnbogi eitt ár fyrst í níti árunum var blaðstjóri á 14. september.
Ása, sum er familjukær og innarlaga í ættarsøgu og føroyskum samfelagsviðurskiftum sum heild, helt runda føðingardagin heima við hús sunnudagin.J