Eldrasamstarvið Nánd, sum er samstarvið millum Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, hevur sett Ásu Davidsen í starvið sum deildarleiðari á Miðstøðini í Leirvík.
- Miðstøðin veitir heimarøkt og sjúkrarøkt til borgarar í Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu, umframt endurvenjing til borgara 67 ár og eldri.
Nánd vísir á, at Ása Davidsen er ættað úr Nólsoy. Hon hevur útbúgving og hollar starvsroyndir innan sjúkrarøktarfrøði og leiðslu.
Ása Davidsen, sum hevur pápa úr Nólsoy og mammu úr Húsavík, byrjar í starvinum hjá Nánd hin 1. juni í 2019.