Sá brennandi lut detta av himli í Kaldbaksbotni

Løgreglan hevur leitað, men einki var at finna

Stutt eftir midnátt síðstu nátt, ringdi ein maður til løgregluna og boðaði frá, at hann hevði sæð ein brennandi lut detta av himli, niður í hagan í Kaldbaksbotni.

Løgreglan fór á staðið, men hevur einki funnið.

 

Løgreglan sigur, at tey vita ikki, hvat tað er, maðurin hevur hildið seg síggja, men har var so einki at finna og tey góvust at leita í økinum, har luturin skuldi verið dottin niður.