FLOGBÓLTUR
Skal fingurin setast á nakað í kvinnufinaluni millum SÍ og Fleyr, so má tað vera, at hon bara hevði fýra sett. Og serliga tað drúgva fjórða settið gjørdi, at tú næstan ynskti Fleyr at vinna tað, tí so høvdu vit fingið eitt sett aftrat við hesum báðum liðunum, ið matsjaðu hvørt annað so væl, at tað var ein frægd at síggja.
Serliga í øðrum setti, tá Fleyr byrjaði at koma meira inn í dystin, var talan um einar tvær duellir, ið mugu kanditera til at vera kanska tær báðar bestu, sum eru sæddar í nakrari kvinnufinalu. Ikki minst, tá SÍ legði seg á odda 8-7, var talan um 100 prosents offurvilja á báðum liðum, ið hvørt í sínum lagi á ótrúligan hátt megnaðu at samla upp og so enntá at leypa á. Tað gekk aftur og fram fleiri ferðir, áðrenn SÍ at enda dróg longra stráið og vann bóltin.
Í fyrsta setti vístu SÍ-kvinnurnar, at tær veruliga vildu vaska av sær finalutapið í fjør, tá tær ímóti ÍF fingu ivasama heiðurin sum mest sannførandi taparin í kvinnufinalum higartil. Tá SÍ var á odda 12-7, bað Fleyr um »time-out«, men tað nart ikki við SÍ, sum beinanvegin streyk upp á 17-7, fyri síðani at vinna settið trygt.
Endaleysa settið
Hóast Fleyr í øðrum setti tóktist fáa betur stýring á spælinum – serliga verjupartinum – átti SÍ munin og megnaði at rista allar álvarsligar hóttanir av sær. Men framstigini hjá Fleyr vóru so eyðsýnd, at tað helst fór at venda í triðja setti, tí tað var eisini ein spurningur, um SÍ kundi orka at herja á við somu øði trý sett á rað.
So var eisini, men hóast Fleyr sat á tí nógva í triðja setti, so var tað um reppið, at SÍ ímóti endanum kom afturíaftur og tók settið og sigurin. Frá at hava verið aftan fyri 14-20, megnaði SÍ at toga seg upp á bæði 21-23 og 22-24, áðrenn Fleyr vann seinasta bóltin og framvegis var á lívi í finaluni.
At bæði liðini nú av álvara høvdu spælt seg heit, bar fjórða settið týðiliga boð um. Liðini skiftust um at vera á odda, og hóast SÍ oftari fór framum, svaraði Fleyr aftur hvørja ferð, so talan gjørdist um eitt satt marathon-sett, ið mestsum ongan enda vildi fáa.
Mitt í settinum hendi so ein feilur við dómaraborðið, sum hevði við sær ein steðg upp á fleiri minuttir, men sjálvt hesa løtuna, meðan bæði lið blivu standandi úti á vøllinum, hekk spenningurin eftir í luftini.
Tá avtornaði, vann SÍ hetta fjórða og avgerandi settið 30-28, men Fleyr fylgdi við heilt til dyrnar og hevði leiðsluna so seint sum til 27-26!
Tvey góð lið
Frøin á SÍ-kvinnunum og stóru mannfjøldini úr Sørvági var sjálvandi øgilig, tá Fleyr sendi seinasta bóltin út av vøllinum, so SÍ stóð eftir sum steypavinnari. Hetta var tað, tey har vesturi mundu kenna seg snýtt fyri í fjør, tá SÍ av teimum flestu var roknað sum favorittur, men kortini ikki bar boð í bý.
Nú var vent í holuni, men hóast sigurin hjá SÍ sjálvandi var uppiborin – ikki minst orsakað av sera sannførandi spæli tey bæði fyrstu settini – átti Fleyr sín stóra heiður av, at vit fingu eina so góða og spennandi finalu. Tað skulu tvey góð lið til at skapa ein so góðan dyst.
Og hvør veit, um ikki júst hesi bæði liðini hava meira at bjóða, tí í landskappingini andar Fleyr SÍ í nakkan, og ivaleyst fara báðir partar av leggja nógv fyri í Sørvági sunnudagin, tá liðini aftur møtast til toppdyst. Vinnarin av tí dystinum fær í øllum førum ein trumf í hondina, tá tað snýr seg um at taka síðsta stikkið í kappingini um føroyameistaraheitið.
Fyribils má SÍ sigast at hava vunnið sær ein sálarligan fyrimun við sigrinum í steypafinaluni, umframt at SÍ framvegis er oddalið hjá kvinnunum. Steypasigurin var tann fyrsti hjá sørvágskvinnum, sum hesa ferð royndu seg í finaluni fyri aðru ferð, og teimum ynskja vit tillukku við tí!