Sóu fremmant ljós í Nólsoyarfirði

Rescue Lív leitaði eftir ljóskelduni í nátt

Løgreglan fekk um hálvgum tvey tíðina í nátt fleiri fráboðanir frá fólkum, ið varnaðust eitt fremmant ljós í Nólsoyarfirði. Sum vanligt er, tá tað er eitt hvørt á sjónum, vendi løgreglan sær til MRCC-støðini við málinum.

Boð blivu send eftir manningini umborð á bjargingarbátinum Rescue Lív, ið fór út í nátt at leita eftir ljóskelduni í Nólsoyarfirði.

- Rescue Lív kundi staðfesta, at ljóskeldan, ið var nakað sunnanfyri Nólsoyar bygd, var ein ljósboya, ið hoyrdi til eitt fiskiskip, sigur vakthavandi á MRCC-støðini í morgun.

Tí bleiv sostatt ikki meira gjørt við málið, men fóru bjargingarfólkini aftur til Havnar.