- At síggja og hoyra truckar koyra, menn sveisa og skip koma og fara er sum søtur tónleikur mínum oyrum. Tað hevði verið stórur saknur í høvuðsstaðnum, um eingin skipaferðsla, lossing, landingarmiðstøð, trolvirki ella skipasmiðja var í býnum.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommun. Hann vísir á, at føroyingar í stóran mun liva av sigling, fiskiskapi, alivinnu og ymiskari handverksvinnu, og í høvuðsstaðnum eru tíbetur allir hesar tættir.
Borgarstjórin, sum sjálvur bæði hevur landað og hevur arbeitt í fiski sum ungur, sigur, at tað er søtur tónleikur í hansara oyrum at síggja og hoyra truckar koyra, menn sveisa og skip koma og fara - fyri at nevna nøkur ting úr rúgvuni í einum øki, har vinnulív er.
- Tað er ein høvuðsstaður í Føroyum, og her hava vit eisini nakrar landsuppgávur at røkja. Sjálvur haldi eg, at hesar uppgávur verða væl røktar her hjá okkum.
Heðin Mortensen vísir á, at virksemið, sum er fram við havnalagnum og tær tænastur, sum verða veittar skipum og bátum, skapa nógvar ringvirkningar niðan gjøgnum býin.
Hann heldur, at um hetta virksemi ikki fær góðar karmar og vakstrarmøguleikar, heldur virksemið uppat ella flytur úr økinum og aðrastaðni, har karmarnir eru betri.
- Men, eg vóni ikki, at tað fer at henda. Hvørt einasta arbeiðspláss hevur sín stóra týdning, og tað er mín sannføring, at vit eiga at verja alt aktiv og øll arbeiðspáss, sum eru í kommununi - ikki minst tey vinnuligu.
Uppgávan hjá kommununi, sigur Heðin Mortensen, er at skapa góðar og tryggar karmar til vinnuna at virka undir, tí hetta er fyrireytin fyri vinnuligum framburði.