Sótu føst í russjibana

Eva Nesstein á Skipanesi var millum tey 16 fólkini, sum vóru í russjibananum Piraten í Djurs Sommerland, tá ið banin mikudagin knappliga steðgaði. – Tvætl, vit vóru ikki bangin, sigur hon

Eva Nesstein av Skipanesi, døtur hennara og beiggin eru og ferðast í Danmark, og mikudagin fóru tey ein túr í Djurs Sommerland.

Har vildu tey royna russjibanan Piraten, sum er frá 2009 og er sagdur at verða tann sætt besti í heiminum.

Samanlagt 16 fólk sluppu við, men tá ið tey vóru komin næstan heilt upp, steðgaði russjibanin í 30 metra hædd.

- Tað var eitt sindur ræðandi at hyggja niður, tí vit vendu upp og niður, men bangin var eg ikki. Eg hugsaði bara: Hvat hendir her? sigur Eva Nesstein.

Onnur dóttirin var eitt sindur bangin, men ikki so tað bilti.


Hjálpt niður

Tað gekk ein lítil løta, so kom fráboðan í hátalaranum um, at tekniskt brek var orsøkin.

Eva Nesstein heldur, at tað gekk eitt korter ella 20 minuttir, til tey komu niður.

Fólk frá Falck komu við línum og fingu tey ein og ein niður gjøgnum trappurnar.

Niðurkomin fingu tey bjóðað vatn og ís og teimum varð boðin kreppuhjálp, men tað hildu í hvussu er føroyingarnir ikki vera neyðugt.

Tey fingu eisini eina váttan um, at komu tey aftur ein annan dag til Piraten, skuldu tey sleppa inn aftan fyri og sleppa frá at standa í bíðirøðini.

Eva Nónsstein og tey hava ikki fingið nog mikið av russjibanum nú.

- Pirtanen er tann størsti banin, og vit fóru beint í tann næststørsta, sigur hon.