Sáttmálasamráðingarnar byrjaðar

Sáttmálasamráðingarnar millum føroysku arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið eru byrjaðar. Fríggjadagin 13. apríl handaðu partarnir sáttmálakrøvini og fríggjadagin 20. apríl verður næsti samráðingarfundur

Tey fimm arbeiðarafeløgini - Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag - samráðast saman. Sáttmálarnir hjá hesum feløgunum ganga út 1. mai.
kelda: www.samtak.fo