Undirritaði hevur vegna eitt av manningarfeløgunum verið við til samráðingar við Føroya Reiðarafelag tey seinastu 11 árini og eg fari við hesum at koma við nøkrum viðmerkingum um verandi støðu á hesum sáttmálaøki.
Í greinini “Hvat ætlar Viberg” á portal.fo tann 3. februar verður m. a. sagt: ?Slík viðurskifti, sum tey, vit í dag síggja millum manningarfeløg og reiðarar, hava ikki verið áður í nýggjari tíð, ei heldur í gamlari tíð, sum menn vita um at siga. ?Í vikuni segði fyrrverandi formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Óli Jacobsen, sum hevur fylgt samráðingum og verið partur av samráðingum í eini 40 ár, at slíkt, sum nú er hent, ikki áður er hent í hansara tíð.?Her má vera talan annahvørt vera um væntandi kunnleika ella gloymsku og tað í ólukkumát, tí tann 10. februar 2005 - altso fyri bara 6 ár síðani – sendi Føroya Reiðarafelag skriv til Semingsstovnin og boðaði frá, at framyvir skuldu limir Reiðarafelagsins, ið vóru í sama veiðibólki, sjálvir standa fyri sáttmálasamráðingunum við manningarfeløgini. ?Sostatt kastaði Føroya Reiðarafelag samráðingarrættin frá sær í 2005.
Samráðingarnar í 2005?Tá ið Føroya Reiðarafelag hevði kastað samráðingarrættin frá sær, var ikki annað at gera hjá manningarfeløgunum, enn at taka samráðingar upp við nevndirnar hjá hvørjum skipabólki sær og Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag gjørdu nakrar sáttmálar við skipabólkar uttan hjálp frá Føroya Reiðarafelag, men tá ið hetta vísti seg at bera til, hendi nakað merkisvert: ?Á fyrsta samráðingarfundi við ein av skipabólkunum møtti táverandi formaður í Føroya Reiðarafelag upp - altso Føroya Reiðarafelag og tess formaður, sum høvdu avsagt seg sjálvar sum samráðingarpart, sótu knappliga aftur við samráðingarborðið og tað vísti seg, at nú bar einki til hjá reiðarum, uttan at Føroya Reiðarafelag var við.
Søgan endurtekur seg í 2011?Hesaferð boðaði Føroya Reiðarafelag alment frá, at teir frásøgdu sær samráðingarrættin og heittu á síni limafeløg um sjálvi at gera sáttmálar. Tað var frítt slag, segði formaðurin í Føroya Reiðarafelag. Manningarfeløgini bóru skjótt at, og fóru í holt við at fáa sáttmálar við teir ymsu skipabólkarnar. Fyrst var sersáttmáli gjørdur fyri Norðborg og síðani var sáttmáli gjørdur fyri hini uppisjóvarskipini. Sáttmáli fyri línuskip kom eisini til høldar, men so hendir aftur nakað merkisvert: ?Tá ið fyrsti samráðingarfundur var við felagið fyri lemmatrolarar, sat skrivarin í Føroya Reiðarafelag sum samráðingarleiðari og tað tóktist, sum einki kundi avgreiðast uttan blástempling frá Føroya Reiðarafelag.
Skuggaspæl Føroya Reiðarafelags?Tað má sigast at vera ein erlig sak sjálvboðin at leggja frá sær og lata valdið yvir til onnur. Tað kann eisini henda, at ein leiðsla fær fær misálit frá nevndini. Í báðum førum má avleiðingin vera, at leiðslan leggur frá sær, men í Føroya Reiðarafelag verða slíkar sjálvsagdar reglur ikki fylgdar. ?Í staðin fyri at lata onnur taka yvir, so blandar henda sama leiðslan seg framvegis upp í samráðingarnar. Hetta hendi í 2005 og tað hendir aftur nú. ?Leiðslan fór enntá so langt, at hon gav teimum hóvligu og siðiligu reiðarunum á Norðborg og manningarfeløgunum skuldina fyri at Føroya Reiðarafelag fer í upploysn. Veruleikin er tann, at hesir bara gjørdu eftir boðum frá leiðsluni í Føroya Reiðarafelag
Annað skinn um bak!?Hvussu Føroya Reiðarafelag skipar seg, má sjálvandi vera teirra sak, men at arbeiðsgevarafelagið í okkara høvuðsvinnu fyri aðru ferð í 6 ár boðar frá, at tað leggur samráðingarrættin frá sær, er ikki serliga álitisvekjandi og tað er trupult hjá mótpartinum og øðrum, sum virka á arbeiðsmarknaðinum at fyrihalda seg til slíkt.?Tað er tí at vóna, at Føroya Reiðarafelag nú tekur annað skinn um bak og skipar seg við einari dyggari leiðslu, sum er før fyri at røkja sínar uppgávur viðvíkjandi sáttmálasamráðingum við manningarfeløgini.