Sáttmálar gjørdir um Høgaberg

Reiðaríið Framherji á Toftum og manningarfeløgini skrivaðu í gjár undir sáttmála um hýruviðurskiftini hjá manningini á nýggja Høgabergi.

Nýggi Høgaberg er systurskip hjá Athenu og Poseidon, og kemur í flotan fyri gamla Høgaberg, sum varð seldur av landinum í 2009.

Nýggi Høgaberg skal lutvíst fiska av uppisjóvarkvotum hjá Framherja og lutvíst taka ímóti makreli frá øðrum skipum í summar.

Framherji og manningarfeløgini hava gjørt avtalu um, at tá skipið fiskar egnar kvotur, skal manningin lønast eftir verandi sáttmála fyri onnur uppisjóvarskip við einum føstum býtisprosenti.

Ongin sáttmáli hevur higartil verið um skip, ið virka sum móðirskip. Her hava partarnir undirskrivað ein sersáttmála, um at manningin á Høgabergi fær fasta dagløn fyri hvønn dag, teir eru mynstraðir umborð, meðan skipið virkar sum móðirskip. Eftir føroyskari lóg kunnu skip ikki bæði fiska egnar kvotur og taka ímóti fiski frá øðrum skipum á sama túri.

Høgaberg kemur væntandi á Fuglafjørð leygardagin, og hann verður klárur at fara út á makrelleiðirnar at taka ímóti makreli í næstu viku.