SÍ trý stig í Gundadali

Næstsíðsta umfarið í næstbestu deildini er á skránni í vikuskiftinum. Fyrsti dysturin varð spældur í Gundadali í gjárkvøldið, har SÍ vitjaði HB. Sørvingar vunnu 3-1 eftir 1-1 í hálvleikinum.

Jørgen Meitilberg legði SÍ framum, og Tróndur Sigurðsson svaraði aftur fyri HB.

Eftir steðgin misti HB skjótt ein mann. Í somu støðu varð brotsspark dømt, og tað umsetti Jens Erik Rasmussen til 2-1 SÍ leiðslu. Jørgen Meitilberg staðfesti 3-1 sigurin.

At SÍ vann trý stig ímóti HB ber við sær, at munurin millum tey bæði feløgini nú bara er tvey stig. Harvið hevur SÍ møguleika í síðsta umfarinum at vinna seg upp á 7. plássið. Í 27. umfari skal SÍ spæla á heimavølli ímóti NSÍ, meðan HB skal spæla á Tvøroyri.

Fýra dystir eru á skránni í dag. Tað er longu avgjørt, at B68 og ÍF næsta ár skulu spæla í Formula deildini. Í dag spæla hesi bæði liðini á útivølli. B68 fer longu klokkan 13 at spæla á útivølli ímóti grannunum í Runavík, og ÍF fer seinni seinnapartin til Klaksvíkar.

 

1. deild

26. umfar í dag:

FSV04-TB: Jan Skoradal kl. 15

B36-LÍF: Eugen Voda kl. 15

KÍ-ÍF: Rói Jacobsen kl. 15

NSÍ-B68: Andrew Christiansen kl. 13

Fríggjakvøldið:

HB-SÍ 1-3 (1-1)

0-1: Jørgen Meitilberg

1-1: Tróndur Sigurðsson

1-2: Jens Erik Rasmussen

1-3: Jørgen Meitilberg

 

Støðan í 1. deild:

B68 68 stig

ÍF 55 stig

FSV04 48 stig

TB 43 stig

LÍF 40 stig

NSÍ 29 stig

HB 29 stig

SÍ 27 stig

KÍ 17 stig

B36 9 stig

Øll liðini hava spælt 25 dystir uttan HB og SÍ, sum hava spælt 26 dystir.