Søtir sparitónar frá samgongufelaga

Nú arbeitt verður við at leggja seinastu hond á fíggjarlógina, eigur samgongan at taka væl ímóti uppskoti um rationaliseringar á ovastu politisku rókum frá samgongufelaga úr Fólkaflokkinum.

Fólkaflokkurin ligið í buktini
Fólkaflokkurin hevur higartil ligið í buktini, tá talan hevur verið um at fremja rationaliseringar á ovastu politisku rókum. Flokkurin hevur ikki viljað hoyrt talan um at lækka talið á aðalráðum úr 9 í 6 í samgonguskeiðnum. Serliga hevur tað verið Uttanríkisráðið hjá Jørgeni, sum flokkurin hevur gøllhildið um. Tí hevur verið ógjørligt at loysa nógv umtalaða málið.

Pípan fingið annað ljóð
Nú tinglimur úr Fólkaflokkinum í grein á Vágaportalinum er komin við uppskoti um rationaliseringar á ovastu politisku rókum fyri tveysifraðar milliónaupphæddir, sær út til, at pípan hevur fingið annað ljóð.

Sambært uppskotinum skal talið á aðalráðum lækka úr 9 í 6 beinanveg. Eittnú skal Uttanríkisráðið takast av og leggjast undir løgmann, allar vinnur skulu í eitt aðalráð og Almanna- og Heilsumál skulu leggjast saman.

Nýggir, søtir sparitónar frá samgongufelaga úr Fólkaflokkinum, má sigast! Tí talan er um sama uppskot, sum undirritaði og onnur í samgongu hava ført fram við fleiri høvi. Men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás. Fólkaflokkurin hevur snøkt sagt ikki tikið undir við uppskotinum fyrr enn nú.

Smíða meðan jarnið er heitt
Løgmaður hevur fyrr í ár boðað frá ætlanum um at lækka talið á løgtingsmonnum, landsstýrismonnum og aðalráðum. Nú Fólkaflokkurin er hálsaður um og er sinnaður at niðurleggja Uttanríkisráðið, er lagaliga løtan at fremja fráboðaðu ætlanirnar í verki. Tað ræður um at smíða meðan jarnið er heitt!

Politiska skipanin eigur at ganga undan
Skulu vælferðarskipanir varðveitast í hesum tíðum, samstundis sum játtanarkarmur skal haldast og landskassaúrslitið betrast, slepst ikki undan sparingum og rationaliseringum í almennu skipanini.

Tað eigur tí at vera ein sjálvsagdur lutur, at politikarar ganga undan og byrja at spara og rationalisera á ovastu rókum.