Sí timelapse av H-bygninginum

Fylg við hvussu byggingin er farin fram síðani 2017.

Stóri bygningurin, ið verður lagdur afturat Landssjúkrahúsinum, hevur verið ávegis síðani 2009, tá ið Løgtingið samtykti eina játtan til byggingina fram til 2021.

Bygningurin, ið hevur eina samlaða gólvvídd á 14.500 fermetrar, kemur at fevna um nýggjar medisinskar seingjardeildir, føði- og barnsburðardeild, psykiatriskan depil, høli til endurvenjing og køk.

Harafturat kemur kjallararúmið at hýsa tøknirúmi til hitapumpur, seingjavaskisentral, høvuðsgoymslu, parkering og rúm til burturkast.

Somuleiðis koma listafólk at prýða bygningin. Samlaða játtanin til um- og útbygging av Landssjúkrahúsinum er áljóðandi 652,6 milliónir krónur, harav játtanin til sjálvan H-bygningin er 507,9 milliónir krónur, og væntast hann at standa liðugur í februar 2021.

Landsverk hevur gjørt eitt videobrot, sum vísir byggigongdina síðani mars 2017.

 

<iframe width="560" height="315" src="https://www.youtube.com/embed/PSS6zDF49n0" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>