Av teimum 52 politisku fangunum, sum eru latnir leysir í Kuba, vildu 20 sleppa til Spania, og seinnapartin kunngjørdu teir sponsku myndugleikarnir, at nú eru teir seinastu fangarnir komnir hagar.
Talan er um fimm menn, sum eru millum 39 og 66 ára gamlir. Teir komu við einum ferðamannaflogfari úr Havana til Madrid í dag. Nakrir av hinum 32 fangunum eru farnir til USA, og hinir valdu at verða verandi í Kuba.
Avgerðin hjá kubansku myndugleikunum at lata 52 politiskar fangar leysar er tann størsta av sínum slagi síðani 1998, tá 308 andstøðingar vórðu latnir leysir í sambandi við, at Jóhannes Páll pávi vitjaði Kuba.