Um vikuskiftið í Keypmannahavn verður forkunnugur møguleiki at síggja føroysku hondbóltsharrarnar hjá ÍF Føroyum stríðast fyri uppflyting. ÍF Føroyar Hondbóltur hevði annars møguleikan at flyta upp farna vikuskifti, tá teir vitjaðu á Bornholm, men tann møguleikin glapp teimum av hondum.
Tískil er kappingin um vikuskiftið allar seinasti møguleikin, um hondbóltsútisetarnir vilja gera uppflytingarætlanirnar til veruleika. Samanborið við undanfarin ár, so er ein ógvuliga avgerandi broyting gjørd í uppflytingarstríðnum. Áður hevur ein uppflytingardystur avgjørt hetta, men í ár er hetta broytt til eina ógvuliga spennandi og dramatiska kapping, har fýra lið luttaka. Tey bæði fremstu liðini flyta upp, meðan tey bæði aftastu verða verðandi í Seriu 1.
Kappingin verður spæld í Bellahøj Hallerne í Brønshøj í útjaðaranum av danska høvuðsstaðnum. Leygarmorgunin klokkan 10.30 fer ÍF Føroyar í eldin í móti Freja, og sunnudagin eru tveir dystir á skránni. Fyrst klokkan 12.15 í móti Fremad Valby og síðani klokkan 17.15 í móti TMS Ringsted.
Eik stuðlar besta mansliðnum hjá ÍF Føroyar Hondbólti, men leikararnir vóna eisini, at hondbóltsáhugaðir útisetar koma at stuðla teimum til avgerandi og týdningarmiklu dystirnar leygardagin og sunnudagin. Til tey sum ikki hava møguleika at fara til dystirnar, so ber til at fylgja við í eini live-update tænastu á facebook-síðuni hjá felagnum - ÍF Føroyar Hondbóltur.
Fleiri upplýsingar eru at finna á heimasíðuni hjá ÍF Føroyar Hondbólti, hondboltur.dk. Millum annað eitt longri innslag av dystinum hjá ÍF Føroyum, sum TV2 Bornholm gjørdi farna vikuskifti, tá føroysku leikararnir spældu í móti Rønne frá Bornholm.