Flogbóltur
Toppdysturin í Sørvági leygardagin millum SÍ og Fram endaði við sigri til heimaliðið, og tí er spenningurin í toppinum varðveittur fyribils.
Fyri SÍ hevði tað alstóran týdning at vinna dystin. Ein sigur merkti, at teir komu upp á sama stigatal sum Fram, meðan eitt tap hinvegin hevði havt við sær, at munurin øktist upp í fýra stig.
- Tað hevði ómetaliga nógv at siga fyri okkum at vinna dystin, og tað hevði eisini týdning fyri kappingina, sigur Suni Hansen úr SÍ.
Hann vísir á, at um Fram hevði vunnið, høvdu teir farið fýra stig framum, og sjálvt um stigini verða koyrd í helvt aftaná nýggjár, hevði Fram verið tvey stig frammanfyri, tá seinna helvt av kappingini byrjar. Sum nú er, eru liðini jøvn í stigum, og tað verða tey eisini aftaná nýggjár, um henda støðan heldur sær.
Suni Hansen sigur eisini, at teir av tí sama vóru sera uppsettir at vinna dystin leygardagin.
Rúni ikki við
Fram spældi uttan Rúna Weihe. Hann hevur meitt sær fótin, og tað var sum vera man saknur í honum hjá havnarmonnunum. Rúni fyllir nógv á vøllinum, bæði í álops- og verjuspælinum, og uttan hann var Fram-liðið rættiliga skert. Í fyrsta settinum gekk tað kortini sera javnt, áðrenn SÍ vann 25-22, men í øðrum setti høvdu sørvingar góða yvirvág og vunnu eisini hetta settið 25-18.
- Í triðja setti bleiv spælið hjá okkum ov ójavnt. Tað er vanligt, at tað síðsta settið er tungt at vinna, og vit steðgaðu upp, sigur Suni Hansen. Fram vann triðja sett 25-22. Fjórða sett bleiv tað síðsta, tí tað vann SÍ 25-20.
Verður millum SÍ og Fram
Sostatt bleiv SÍ fyrsta liðið í kappingini, sum vann móti Fram, men sjálvt um sigurin hevði týdning, so heldur Suni Hansen ikki, at hetta var besti dystur hjá SÍ í ár.
- Nei, tá tað stendur so nógv upp á spæl í einum dysti, verður sjálvt spælið ikki altíð so gott.
Hann heldur annars, at tað fer at standa millum SÍ og Fram í ár.
- Fram er helst betri defensivt og hevur eisini betri blokk, men vit fara sjálvandi eftir fremsta plássinum, sigur Suni og leggur afturat, at um tú ikki ger tað, tá tú hevur liðið til tað, so kanst tú tað sama gevast.
Ein annar fyrimunur hjá Fram í mun til SÍ er, at hópurin hjá Fram er breiðari. Meðan Fram hevur eini 10-11 leikarar at taka av, hevur SÍ bara millum sjey og átta, og gjøgnum eitt langt kappingarár kann tað koma teimum aftur um brekku. Enn eru sørvingar slopnir undan skaðum, og teir vóna sjálvandi at halda fram við tí. Tá hópurin ikki er so stórur, kunnu skaðar oyðileggja nógv.









