Vegna framskundaðu uppgerðina millum HB og B36 í farnu viku, sum upprunaliga skuldi vera hetta vikuskiftið, eru tey bæði liðini longu farin í summarsteðg. Hetta er kanska unt teimum væl, tí teimum fyri framman standa nevniliga altjóða dystir í Evropa.
Tað skal EB/Streymur tó eisini, men eftir hetta umfarið fara teir somuleiðis í summarsteðg saman við øllum hinum føroysku liðunum.
Hálv grannauppgerð
Eftir at undirsjóvartunnilin er komin undir Leirvíksfjørð, eru dystirnir millum NSÍ og KÍ næstan gjørdir til grannauppgerð.
Eftir úrskurðin hjá aganevndini í FSF, sær støðan í oddinum hjá NSÍ nú øðrvísi út. B36 hevur runnið eftir teimum í nøkur umfør, men eftir at B36 fekk tvey stig afturat kontuni vegna úrskurðin hjá FSF, er tað nú NSÍ, sum skal renna eftir B36.
Í kapprenningini skal NSÍ seta síðsta endaspurtin inn áðrenn summarsteðgin. Hetta skulu teir gera ímóti KÍ, sum mikukvøldið tóktist at hava fingið fótin fyri seg aftur. Hetta er uppleggið til ein sera spennandi dyst, sum verður við Løkin sunnudagin kl.15.
Í dystinum móti AB mikukvøldið var talan um sera álopskendan fótbólt hjá KÍ. Tískil kann tað vera sera spennandi at síggja hvussu KÍ fer at royna seg móti NSÍ, sum eisini hevur spælt álopsfótbólt í ár.
Formurin stendur royndina
Í Gøtu fær GÍ vitjan av VB/Sumba. Undan dystinum móti B36 seinasta vikuskiftið, hevði koyrt sera væl hjá GÍ. Men liðið varð tann dystin so at siga blást av vøllinum, og skulu teir í hesum dystinum tískil royna at fóta sær aftur. Tað skulu teir ímóti einum øðrum liðið, ið eisini skal fáa fótin fyri seg. Nevniliga VB/Sumba.
Her kann sigast, at hvørki av liðunum kann brúka ein javnleik til nakað sum helst. GÍ kann við einum sigri yvirhála HB á fjórða plássi, meðan VB/Sumba við einum sigri kann yvirhála AB á næstaftasta plássi. Tíksil stendur somuleiðis eitt hægri pláss upp á spæl, tá ið dysturin í Sarpugerði verður bríkslaður í gongd longu leygardagin kl.15 av Rúna Gaardbo.
Sundalagsmenn halda í
EB/Streymur fær sunnudagin vitjan av B71. B71 hevur skelkað fleiri lið í ár, og ferð eftir ferð verið tætt við at fingið javnleik og sigrar. Soleiðis var eisini dysturin millum hesi bæði liðini, tá ið tey fyri hálvum triðja mánað síðan møttust heima á Sandi. Her vann EB/Streymur dystin 3-2, men B71 var tætt við at fáa útjavnandi málið.
Á stigatalvuni má EB/Streymur sigast at hava størsta tørvin á stigunum. Teir eru framvegis partur av oddastríðnum, og fyri at halda stigarmunin við javnt, eru stigini alneyðug. B71 skal hinvegin ongantíð undirmetast, og møgulig stig hjá teimum eru sjálvandi eisini kærkomin. Í løtuni eru teir átta stig frá niðurflytingarvandanum, men eitt gott hál hjá AB ella VB/Sumba eftir summarsteðgin kann meir enn væl gera tað vandamikið hjá sansmonnum.
Eisini er dysturin ein roynd fyri bæði liðini. Í fjør megnaði EB/Streymur ikki at halda fast um oddasessin, og B71 hevur eiheldur nakran serliga breiðan hóp. Tískil kunnu liðini kappast móti hvørjum øðrum um, hvat av liðunum klárar at halda longst út.
Skálamenn til Argjar
Á Argjum standa lillaðu argjamenninir og bjóða skálamonnum vælkomnar. AB heldur fram áhaldandi bardagan um at yvirliva í Formuladeildini. Skála hevur hinvegin okkurt at prógva, eftir at teir við setanini av John Petersen sum venjara veruliga fingu glið á spælið. Kemur eyðkenda Skála-spælið til sjóndar, kann hetta tykjast at gera ov stórur biti hjá AB, sum ikki hevur fingið stig síðan teir koppaðu B36 á heimavølli. Nevnast kann eisini, at hetta er fyrsti dystur á vøllinum á Argjum, eftir at teir syftu B36.
Skála liggur níggju stig undan niðurflytingarvandanum, men hetta tykist ikki at vera nøkur hóttan. Teir hava funnið sítt spæl, og hetta spælið røkkur óivað longri enn eitt uppihald í botninum av deildini.
Hjá AB var als ikki nógv skipað spæl at hóma í dystinum móti KÍ mikukvøldið, og broytist hetta ikki sunnudagin, gerst hetta ein stórur vansi fyri AB. Hetta tí mótstøðuliðið júst hevur hetta sum styrki, og at Skála stundum kann spæla sera góðan fótbólt.
AB hevur tó víst í ár, at teir duga at standa í verjustøðu. Tískil gerst tað als ikki lætt at vinna á teimum, og harvið verður lagt upp til ein spennandi dyst hóast alt.