Síðsta útkall hjá Neistanum

Hondbóltur - Skulu Neistakvinnur gera sær nakra vón um FM-finalu í Sunset-kappingini, noyðast tær at vinna útidystin í Vági sunnudagin

Hóast seks umfør enn eru eftir í hondbóltskappingunum hjá kvinn­um og monnum, gerast dyst­irnir alsamt meira avgerandi, sum tað líður út á kappingina. Um viku­skiftið verður eitt nú spældur ein av mest avgerandi dystunum hjá Neistakvinunum, tá tær skulu til Vágs at spæla ímóti VB, ið ikki hevur tapt í síðstu fimm dystunum.
Neistin er fýra stig aftan fyri Stjørnuna og tvey stig aftan fyri Tjaldur, men er undir trýsti, tí liðið hevur tapt tvær ferðir fyri bæði Stjørnuni og Tjaldri, men bara vunn­ið eina ferð á hvørjum teirra. Hóast Neistin enn eigur á at møta Stjørn­uni og Tjaldri eina ferð aftrat, styrkir tað ikki um støðuna, at Neistin er aftan fyri hini bæði – og í øllum førum skal fáa annað aftur fyri at koma í FM-finaluna.
Hin dysturin í Sunset-kappingini um vikuskiftið verður í Havn, har Kyndil tekur ímóti Tjaldri, og hóast Kyndil kann arga betru liðini við­hvørt, er Tjaldur stórfavorittur.

Øktur spenningur
KÍF, sum er fimm stig framman fyri VÍF og Kyndil í kappingini um FM-finalu ímóti Neistanum, hevur sunnudagin eina ta truplastu av­bjóðinga, tá Neistin kemur á vitjan í Kollafirði. Sjálvandi vilja koll­firðingar løna Neistanum aftur fyri taptu steypafinaluna, men meira enn so stendur upp á spæl.
Samstundis sum KÍF hevur sítt at hugsa um, spælir VÍF ímóti næst­niðasta liðnum, StÍF, og Kyndil er partur av grannauppgerð ímóti H71. Vinna VÍF og Kyndil sínar dystir, samstundis sum KÍF ikki vinnur sín, kann tað spenningurin aftur økjast í Atlantic Airways-kappingini, har kollfirðingar leingi hava sæð út til at verið á veg í FM-finaluna.