Síðsta skot fyri inntakinum

Nú byrjar at líkjast uppi í Borðoyarvík, har dúgliga hevur verið arbeitt við inntakinum til norðoyatunnilin. Síðsta skotið er latið av, og fyrsta skotið til sjálvan tunnilin verður latið av um hálvan apríl

Klaksvík:
Hósdagin var liðugt at spreingja fyri inntakinum til norðoyatunnilin, og nú verður arbeitt við at gera arbeiðsøkið hjá Føroya Konsortium við bátahylin liðugt. Tað fer komandi vika at ganga við.
Síðani kann sjálvt tunnilsarbeiðið byrja. Júst nær tað fyrsta skotið verður latið av, er ikki endaliga dagfest, men Dávur Reinert Hansen, stjóri í Norðoyatunlinum sigur, at tað verður um hálvan apríl.
Júst tá Sosialurin kemur framvið Borðoyarvík, er klárt at lata tað seinasta skotið av. Ein av arbeiðsmonnunum har, greiðir frá, at arbeiðið hevur gingið væl, hóast tað varð nakað tarnað av kava og vátveðri í byrjanini. Men síðani tað viðraði betur, hevur gingið skjótt.
Tað var eitt øgiligt arbeiði at fáa alla moldina vekk, og um man tekur hana við, so er talan um eini 20.000 rúmmetrar, sum eru sprongdir og grivnir burtur á økinum.
? Nú fara vit skjótt í holt við tunnilin sjálvan, so nú byrjar at líkjast, siga teir á økinum.
Hinumegin verður arbeitt við fullari megi. Teir eru komnir einar 460 metrar, og alt gongur væl. Dávur Reinert Hansen sigur, at teir lata væl at tilfarinum, sum teir arbeiða við.
? Við inntakinum og fyrsta skotinum til sjálvan tunnilin byrjar hetta sjálvandi at gerast meiri ítøkiligt fyri norðoyingar, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í Pf Norðoyatunlinum.

Ferðslan órógvar
At norðoyingar eru spentir upp á tunnilin, er ongin ivi um. Nógvir bilar koyra framvið, og fólk fregnast at vita, hvussu gongur. Hetta bilar vanliga ikki nógv, men tað órógvar sera nógv, tá teir spreingja.
? Vit mugu hyggja øll hugsandi støð at vita, um fólk stendur nakrastaðni, tá vit sprongja, og ferðslan kann eisini órógva nakað tá, men sum heild er bara heilt í lagi, sigur ein av NCC monnunum á økinum.
Hann fer og stillar sín bil tvørtur um vegin, so at ferðsla ikki kann sleppa framvið. Tað er vanliga ikki vandi á ferð, tá sprongt verður, men teir taka ikki nakrar kjansir, og tí verða fólk biðin um at halda seg vekk, tá sprongt verður.
Men hóast tað koma nakrir bilar heilt nær. Tann eini bilførarin spyr, um hann ikki kann sleppa framvið. Hann hevur ørindi við bátahylin. Hann sleppur so, tann næsti vendir og koyrir burtur frá økinum, meðan tann triði fer aftaná tí fyrsta uttan at steðga.
? Hvar fer hasin, spyr NCC maðurin og sigur suffandi, at hetta er strævið, meðan hann fer rennandi aftaná bilinum fyri at steðga honum.