Málið snýr seg um, at Ingibjørn tann 13. februar 2008 uttan fyri embætistænastu hevði leita eftir upplýsingum á CPR-dátugrunninum hjá løgregluni. Upplýsingarnar skuldi hann nýta at tryggja sær, at hann hevði rætt telefonnummar hjá føroyskari kvinnu, búsitandi í Danmark.
Hendan kvinnan eigur eina dóttir saman við føroyingi, sum Ingibjørn Eldevig bæði sum bygdarmaður og gjøgnum arbeiði sítt sum løgreglumaður kendi. Kvinnan hevði fingið polititilhald sett fram móti manninum í 1999 og tað varð longt aftur í fimm ár aftrat í 2004.
Viðkomandi heitti á Ingibjørn Eldevig um at kanna eftir, um kvinnan hevði vilja latið honum eina mynd av dóttrini, og tað var hetta, sum núverandi sýslumaðurin gjørdi um kvøldið tann 13. februar 2008.
Eftir at hann var komin á vakt á løgreglustøðini í Runavík hetta kvøldið, leitaði hann fyrst inni á datagrunninum yvir CPR-nummur hjá løgregluni, og síðani ringdi hann av løgreglustøðini til kvinnuna, hóast hann visti, at maðurin, hann ringdi fyri, ikki á nakran hátt mátti seta seg í sambani við kvinnuna.
Ingibjørn Eldevig játtaði seg sekan í at hava leita inni á datagrunninum hjá løgregluni utta fyri embætistænastu, men noktaði seg sekan í at hana sett seg í samband við kvinnuna mansins vegna. Tað gjørdi hann egna vegna, greiddi hann frá í rættinum fríggjadagin.
Dómarin metti tað tó vera prógvað, at sýslumaðurin hevði ringt til kvinnuna aðra manna vegna, og Ingibjørn Eldevig varð tí dømdur eftir ákæruskrivinum, og fekk 10 ferðir 450 krónur í dagbøtum, umframt at gjalda sakarmálskostnaðin.
Verjin bað um umhugsingartíð at kæra dómin. Sjálvur hevði Ingibjørn onga viðmerking tikl málið eftir dómin.










