Ósáskúlin fær eitt sløð

Herfyri samtykti Klaksvíkar býráð, at útbyggingar av skúlanum við Ósánna skulu gerast fyri fleiri 10 milliónir. Men til býráðsfundin týskvøldið mælti fíggjarnevndin tó til at bíða við at umbyggja skúlan við Ósánna so longi sum hin skúlin á Ziskatrøð framvegis ikki er liðugt umvældur og umbygdur.
Hetta elvdi til nakað av ósemju á býráðsfundinum týskvøldið, men tað endaði kortini við, at ein millión verður sett av til skúlan við Ósánna komandi ár. Sostatt verða tað tilsamans 4,6 milliónir til skúlan við Ósánna at arbeiða við komandi ár