Til eitt 70.3 = hálvt ironman verður svomið 1,9 km, súkklað 90 km, runnið hálvt marathon, sum er 21 km. Nummar eitt og tvey í hesi kappingini fingu atgongd til World Championship 70.3 í Florida.
- Nú er so bara at venja fram ímóti at kvalifisera meg til World Championship. Eg havi nógv at forbetra, og hetta er ein stórur møguleiki hjá mær, sigur Súsanna Skylv Sørensen.
Hon fer nú á venjingarlegu í 14 dagar at fyrireika seg til Oyggjaleikir, har hon skal umboða Føroyar. Súsanna Skylv Sørensen skal renna 10 km og ½ marathon.









