Settlers er eitt spæl, ið nógv hava tikið til sín her í Føroyum - bæði ung og gomul. So nógv at leygardagin 24. september 2005 varð tikið stig til eitt føroyameistaraskap í Settlers.
Nummar 1 og 2 í kappingini vinnu luttøku í heimsmeistaraskapinum í Settlers, sum verður í Essen í Týsklandi 14.-16. oktober 2005.
Vinnari varð Reimund Langgaard í Leirvík, og nr. 2 varð Súsanna Joensen í Havn. Tey komu víðari til heimsmeistaraskapin í Essen.
Spælt varð við altjóða reglum, og vórðu tær víðkaðu útgávurnar av Settlers ikki nýttar. 21 luttakarar í aldrinum 18-35 ár vóru til kappingina. Atlantic Airways og Thomas Dam á Hálsi vóru høvuðsstuðlar av tiltakinum.
Ikki færri enn 31 lond luttaka til hetta HM, eitt nú Japan, Taiwan, USA og Ísland.