Súsanna hevur upplivað meir enn tey flestu

Hon spáddi m.a. um flogvanlukkuna í Mykinesi sum fýra ára gomul

Súsanna Vígdá úr Fuglafirði hevur upplivað meira enn tey flestu. Bæði tá tað kemur til ógvusligar og yvirnatúrligar hendingar. 

 

- Eg havi altíð sæð ting, sum nógv onnur ikki hava sæð, sigur Súsanna, sum byrjaði at fáa sjónir um vanlukkur sum smágenta og í dag starvast sum clairvoyantur. 

 

Í vaksna lívinum hevur hon verið ígjøgnum nógv. M.a. misti hon mammu, pápa og beiggja sín uppá stutta tíð á syrgiligan hátt. 

 

- Vit høvdu akkurát mist mammu og beiggja, og so skuldu vit hátíðarhalda 80 ára føðingardagin hjá babba. Vit hava eina mynd frá føðingardegnum, og har er ikki nakað, sum líktist einum smíli á myndini av babba, fortelur hon.

 

Í Vikuskiftis Sosialinum er eitt prát við føroysku vølvuna um deyða, orku og spádómar. Eisini hitta vit ein annan healara, ein sálarfrøðing og ein prest.