Sørvingarnir oman á móti Fleyr b

Flogbóltur: SÍ staðfesti í dystinum móti Fleyr b um vikuskiftið, at teir ikki ætla sær úr bestu flogbóltsdeildini. Tað gjørdu teir við greitt at vinna dystin móti ungu havnamonnunum

SÍ-Fleyr b 2-0

(21-15, 21-13, 21-16, 21-9)


Sveinur Tróndarson


Sørvingar hava av álvara fingið fótin fyri seg í meistaradeildini í flogbólti.

Byrjanin teir fingu var milt sagt einki at reypa av, men síðani hevur gingið avbera væl.

Seinasta vikuskiftið spældu teir ein brandgóðan dyst í Klaksvík, og tað var um reppið, at teir fóru við øllum.


Spæla meira støðugt

Um vikuskiftið høvdu sørvingar vitjan úr Havn. Fleyr var inni á gólvinum og teir vórðu sendir aftur til Havnar við einum 2-0 tapi.

Tað var ongantíð nakar ivi um hvat av liðunum var tað betra, tí sørvingarnir settu seg á dystin frá byrjan.

Hóast tað, so kláraði Fleyr b at hanga í til settið var hálvleikt, og so var liðugt.

Sum tað sæst á settúrslitunum, so var greiður munur á, og tað er kanska júst trupulleikin hjá ungu Fleyrleikarunum fyrsta árið í bestu deildini, at teir skulu læra at hanga í.

Tað kann mangan tykjast møtumikið, men júst SÍ er eitt gott dømi um, at tað kann loysa seg. Í fjør var um reppið, at teir fluttu niður í 1. deild, men higartil í ár, hava teir havt eydnuna við sær og hava longu ognað sær fýra stig.

Orsøkin til tað er sambært tí Sosialurin skilir, at spælið nú er meira støðugt enn tað var tá árið byrjaði


Suni aftur við SÍ

Sum fyrr nevnt á hesum síðum, hava sørvingarnir mist frá tí at kappingarárið endaði í fjør, men teir hava eisini fingið.

Suni Hansen, sum í fjør leikti við ÍF spælir við, tá tað liggur fyri, og sunnudagin var hann við tá Fleyr b var á vitjan.

Suni er góður flogbóltsleikari, og tað eru ikki minst hansara royndir, sum kunnu koma ungu sørvingunum til góða, tí royndirnar hevur hann drúgvar. Bæði sum leikari her á landi, við landsliðnum og sum leikari uttanlands.

At hann er ótrúliga effektivur í blokkinum og í álopum á miðjuni ger bara SÍ álopið nógv sterkari.

Ein treyt fyri sterkum álopið er ein góð móttøka, og hana hava sørvingarnir fingið bøtt nógv um.

Kortini vóru teir skerdir í so máta til dystin sunnudagin, tí Kristan, sum vanliga er týdningarmikil partur av móttøkuspælinum var ikki við.

Hann var við til óalmennu FM-kappingina í Havn leygardagin, og har meiddi hann sær ryggin so illa, at hann fekk ikki spælt í dystinum sunnudagin.

Tað, sum var vørumerkið hjá sørvingum í dystinum móti Fleyr b var álopið.

Suni Hansen og Jón Nielsen sluppu næstan at gera sum teimum lysti, og tí gekk skjótt fyri seg.