Sørvingar fyrireika barnagarð

Sørvágs Kommuna arbeiðir við at fáa nýggjan barnagarð í bygdini. Ætlandi skal nýggi dagstovnurin kunna hýsa 100 børnum, sigur borgarstjórin

Barnaansingartilboðini í Sørvági fara at økjast munandi nakað skjótt, gongur tað, sum bygdarráðið ætlar. Ein nýggjur dagstovnur við plássi til 100 børn verður fyrireikaður.
Eivin Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, sigur, at tey hava tekningar klárar, og at nú verður arbeitt við at fáa grundsykkið til nýggja dagstovnin, sum ætlanin er at byggja niðan fyri fyrstu húsini Uppi á Mýrum. Samráðingar eru við eigararnar av lendinum, har ætlanin er at byggja dagstovnin.
Barnagarður er, sum er, í Sørvági. Talan er um eini umbygd, gomul sethús, sum hýsa 31 børnum, sigur borgarstjórin. Tann loysnin er bara næstbest og als ikki tíðarhóskandi, sigur hann. Umframt er eisini dagrøktarskipan í Sørvági. Men sum er nøkta tær báðar skipaninar ikki tørvin á barnaansing í Sørvági, sigur Eivin Jacobsen.
?Sjálvandi kundu vit bara sett eina dagrøktarmammu aftur at í starv, so hvørt, sum tørvurin er har. Men tað er eingin loysn, sigur hann. Tí hava vit gjørt av at byggja hendan nýggja dagstovnin.
Eivin Jacobsen sigur, at nýggi dagstovnurin hjá Sørvágs Kommunu væntandi fer at kosta einar átta - níggju milliónir krónur.
?Tað eru sjálvandi nógvir pengar, men vit hava ásannað tørvin og valt at fara undir hetta nú, sigur hann.