Spenningurin er langt síðani farin úr kappingini hjá monnum í flogbólti, tí sørvingar hava verið fullkomiliga einaráðandi í ár, og teir hava ikki tapt ein dyst síðani í oktobur mánað í fjør.
Neyðugt við javnbrótara
Sunnudagin vóru tað so fuglfirðingar, ið vitjaðu føroyameistararnar í Sørvági, og tað er ikki ov nógv sagt, at SÍ var um reppið at fáa sína fyrsta ósigur í nærum eitt hálvt ár.
Tað gekk annars sum væntað hjá sørvingum, sum vunnu fyrsta settið 25-18. Men síðani fóru teir úr ÍF av álvara at bíta frá sær, og teir vunnu næsta settið 25-22, og tað var rættuliga trygt, hóast tølini ikki vísa hetta.
Triðja settið gjørdist eitt tað mest spennandi. Liðini fylgdust allan vegin, men tá ið avtornaði vóru tað gestirnir úr Fuglafirði, ið vóru omaná og vunnu settið 26-24.
Nú var setningurin greiður hjá føroyameistarunum. Skuldi sigursrøðin hjá teimum halda fram, so var neyðugt hjá teimum at vinna næsta settið, og síðani at vinna javnbrótaran. Og hetta var júst tað, sum sørvingar gjørdu. Teir vunnu fjórða settið í stórum stíli 25-12, og tí var farið til javnbrótaran.
Javnbrótarin gjørdist eisini rættuliga spennandi, men tað eydnaðist tó SÍ at halda fram á sigurskós, tí teir vunnu 15-12, og harvið vunnu teir dystin 3-2. Uttan iva var mótstøðan frá ÍF harðari, enn sørvingarnir høvdu væntað, og tað man verða lítið at ivast í, at teir í Fuglafirði irða seg um, at tað ikki eydnaðist teimum at steðga sigursrøðini hjá føroyameistarunum, nú teir vóru so nær við.
Mjølnir heldur fast í silvurinum
Ein annar dystur var í meistaradeildini hjá monnum um vikuskiftið. Dysturin var í Klaksvík millum Mjølnir og Fram. Mjølnir liggur í løtuni til at vinna silvurið, men Fleyr er beint í hølunum á teimum, og tí var neyðugt hjá klaksvíkingum at basa Fram, um teir ætla sær at halda fast í silvurinum.
Mjølnir gjørdi eisini sína skyldu og vann dystin 3-1. Teir vunnu tey bæði fyrstu settini rættuliga greitt, ávíkavist 25-9 og 25-17, men í triðja settinum kom Fram fyri seg og vann 25-21. Fjórða settið var eisini rættuliga spennandi, men tað var Mjølnir, ið hevði munin, og klaksvíkingarnir vunnu settið 25-21, og harvið tryggjaðu teir sigurin í dystinum.
Mjølnir-Fram 3-1 (25-9, 25-17, 21-25, 25-21)
SÍ-ÍF 3-2 (25-18, 22-25, 24-26, 25-12, 15-12)