Føroyska landsliðið vandi í dag fyri seinastu ferð undan landsdystinum móti Andorra, sum verður í morgin klokkan 17. Av tí at landsliðið býr á Hotel Vágum var venjingin á Dungasandi í Sørvági.
Les eisini: Ongin verður innkallaður
Tað er ikki á hvørjum degi, at landsliðið venur í Sørvági og tað sást á uppmøtingini. Nógv fólk – serliga børn – vóru at síggja til venjingina. Veðrið var gott og tey, sum ikki vóru farin at renna maraton, fingu møguleika at heilsa upp á landsliðsspælararnar.
Les eisini: Føroyar eru favorittar
Vøllurin í Sørvági er nýliga útskiftur og felagshúsið hevur eisni fingið umfatandi ábøtur. Landsliðið hevur onga venjing á Tórsvølli undan landsdystinum, men tíðindafundur verður klokkan 16 í dag. Hálvan tíma seinni hevur Andorra tíðindafund, meðan Andorra venur klokkan 17 á Tórsvølli. Rás2 sendur frá klokkan 14 í morgin.