Sørvágs kommuna nýggjan graslíkisvøll

Sørvágs kommuna hevur avgjørt at skifta verandi graslíkisvøll í Sørvági út við ein nýggjan.

 

Skipað var fyri innbodnari licitatión í januar 2017. Trý tilboð vóru latin inn. Ide Møblar vann útbjóðingina, sum umfatar at skifta gamla vøllin út og leggja nýtt graslíki á. Ide Møblar var annars eisini veitari av núverandi vøllinum, sum var lagdur á í 2005.

 

Vøllurin í Sørvági verður av slagnum Domo Varioslide S Pro, sum sambært Birgiri Andreasen frá Ide Møblum er topp produktið og nýggjasta ættarliðið av graslíkisvøllum hjá Domo, sum er størsti veitari av graslíkisvøllum í Evropa.

 

Tað frøðir okkum, at Sørvágs kommuna aftur hesuferð hevur víst okkum tað álit at taka av okkara tilboði, og at nýggi vøllurin verður av nýggjasta slagnum hjá Domo.

 

Tað sum serliga eyðkennir nýggjastu graslíkisvøllirnar frá Domo eru teir sera góðu eginleikarnar, ið graslíkið gevur spælarum, sum venja og spæla dystir á slíkum graslíki.

 

Ide Møblar og DOMO veita 10 ára garanti upp á nýggjar graslíkisvøllir og bjóða harafturat eitt árligt skipað eftirlit og viðlíkahald av vøllum, sum serkøn starvsfólk taka sær av. Hetta tryggjar at graslíkið altíð er í besta standi og hevur bestu dygdina at venja og spæla dystir á, sigur Birgir Andreasen.