Í Sørvági við upsa

Á seinasta túri landaði djúpvatnstrolarin Brestir kongafisk og blálongu í Skotlandi. Partrolararnir Vesturvarði og Vesturskin vóru á Sørvági fyrst í hesi vikuni við tilsamans 240.000 pundum av upsa.

Tað var Landingarmiðstøðin í Sørvági, sum landaði veiðina hjá skipunum.

Djúpvatnstrolarin Brestir, sum eisini er heimahoyrandi í Vágum, hevur landað umleið 120.000 pund í Lochinver í Skotlandi. Meginparturin av veiðini hjá teimum var kongafiskur og blálonga.

Skipini eru øll farin nýggjan túr.