Millum 80 og 90 sýriskir stjórnarhermenn, teirra millum nakrir yvirmenn, flýddu í gjár yvir um markið til Turkalands.
Eygleiðarar siga, at støðugt fleiri hermenn eru ímóti teirri harðrendu framferðini hjá stjórnarherinum, og at alt fleiri hermenn velja at fara úr herinum. Sagt verður, at tað at næstan 100 hermenn og heryvirmenn flýggja ísenn, vísir, at tað er stór misnøgd í stjórnarherinum.
Viðurskiftini millum Sýrialand og Turkaland eru versnað nógv teir seinastu dagarnar. Báðir partar hava sent hermenn og herútgerð ímóti markinum, og í gjár flugu turkisk stríðsflogfør fram við markinum, eftir at ein sýrisk stríðstyrla hevði flogið hinumegin markið.