Sýriski forsetin verður sitandi

Óansæð, hvat úrslitið verður av friðartingingunum í Genève, fer sýriski forsetin, Bashar al-Assad (myndin), ikki at leggja frá sær og lata valdið í landinum upp í hendurnar á øðrum.

Tað sigur sýriski uttanríkisráðharrin, ið leggur aftrat, at eingin orsøk er hjá sýrisku andstøðuni at koma á Genève-ráðstevnuna, um tað er við tí í hyggju at fáa forsetan frá.

– Bashar al-Assad, forseti, fer ikki at leggja frá sær, segði Walid al-Muallem, uttanríkisráðharri, í gjár á einum tíðindafundi í sýriska høvuðsstaðnum, Damaskus.

– Um tit seta sum treyt fyri samrøðunum í Genève, at forsetin skal leggja frá sær, skulu tit ikki leggja í at møta upp, tí tað hendir ikki, segði hann.