Tíðindi úr Sýrialandi siga, at flogfør hjá flogvápninum hava slept fleiri bumbum niður yvir eystara part av høvuðsstaðnum, Damaskus, í dag. Sagt verður, at fleiri ógvuliga harðar spreingingar vóru í teimum sunnimuslimsku býarpørtunum Zamalka, Irbin og Harasta.
Harata Media Office, sum er tíðindaberi hjá andstøðuni, sigur, at í Harasta hava bumburnar oyðilagt bæði vatnveitingina og streymveitingina, og telefonsambandið er eisini farið.
Onnur tíðindi siga, at uppreistrarmenn hava søkt at trimum herstøðum í Douma, sum er í útjaðaranum á Damaskus.
Í vikuni gingu partarnir við til at halda vápnahvíld frá fríggjadegnum í sambandi við eina muslimska hátíð, sum varir fýra dagar. Men tað gingu bara nakrir fáir tímar, so brustu bardagarnir áaftur.










