Sørir kollfirðingar

Hóast teir undan kappingini vórðu mettir millum favorittarnar, hevur einki vilja borið til hjá KÍF, sum framvegis leitar eftir fyrsta stiginum

Hondbóltur

 

Hóast Kyndil enn ikki hevur funnið nakað, sum heilt líkist meistaraforminum enn, so høvdu teir ikki teir heilt stóru trupulleikarnar av KÍF sunnudagin.

Kollfirðingar hava havt eina tunga byrjan, og fyrstu longu løtuna var lítil og eingin ivi um, hvønn vegin stigini skuldu fara. Hóast verjuspælið gekk á eini leið, so gekk álopsparturin hjá KÍF sera illa, og spakuliga kundi Kyndil byggja sær eina leiðslu.

 

Sálarligt trýst

Hendan minkaði tó skjótt eftir steðgin. Fyrstu fimm minuttirnar vann KÍF seg upp á 13-15, men teir misnýttu møguleikan, tá teir kundu vinna seg heilt nær, og so slapp Kyndil aftur at økja.

Júst hetta eyðkendi meira enn nakað dystin fyri KÍF sunnudagin. Viljanum bilti einki, og teir royndu fleiri ferðir at stríða seg aftur í dystin. Men bert ta einu ferðina komu teir upp á javnt. Og einar fýra ferðir misnýttu teir gyltar møguleikar, tá møguleikin veruliga var til at leggja trýst á. Uttan iva eitt úrslit av tungu gongdini fyrstu dystirnar, sum hevur sett djúpar foyrur á sjálvsálitið á spælarunum.

Og so fekk tað illa gingið øðrvísi. Seinastu løtuna vann Kyndil seg aftur frá, og tó at KÍF eina løtu spældi við einum spælara í yvirtali, so skalaði hetta ikki teir grønu.

Og meðan KÍF framvegis leitar eftir fyrsta stiginum, tykist Kyndil veruliga hava fótað sær. Talan varð annars um stórtap teir báðar fyrstu dystirnar, men nú er munurin upp til oddin bert tvey stig.

 

Fakta um dystin

Kyndil-KÍF 26-23 (14-8)

Málskjúttar

Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 9(1), Hjalti M. Jacobsen 5, Finnur Hansson 4, Rani Ellingsgaard 3, Ken Zachariasen 2(1), Hanus Johansen 2, Bárður Johannesen

KÍF: Damir Oros 8(1), Rógvi Weihe 6, Dean Jankovic 4, Teitur Joensen 3(1), Niklas Reginsson 1, Ingi Johannesen 1

Brotskøst: Kyndil 2, KÍF 2

Útvísingar: Kyndil 4, KÍF 1

Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen