Stjórnin í Sýrialandi vil fegin tingast við Ísrael um ein varandi friðarsáttmála landanna millum. Sýriski uttanríkisráðharrin, Walid Muallem, og amerikanski starvsbróður hansara, Hillary Clinton, hittust í gjár, og aftan á fundin segði ein amerikanskur talsmaður, at stjórnin í Damaskus vil sera fegin tingast við ísraelsmenn um varandi frið.
Í seinastuni hava amerikanskir diplomatar roynt at fáa Sýrialand og Ísrael at nærkast hvør øðrum. Fyri fjúrtan døgum síðani var serligi amerikanski Miðeystur-sendimaðurin, George Mitchell, í Damaskus, har hann hitti forsetan, Bashar al-Assad. Samstundis tosaðu aðrir amerikanskir diplomatar við fleiri sýriskar ráðharrar.
Sýriski forsetin hevur fyrr sagt, at tað ber ikki til at fáa varandi frið í Miðeystri, so leingi stjórnin hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra stýrir Ísrael. Okkurt kundi tó bent á, at hann ikki er so avgjørdur longur.









