Myndugleikarnir í Sýrialandi hava vrakað uppskotið hjá Arabisku Samgonguni, sum skjeyt upp í gjár, at samgongan og ST skulu senda friðarvarðveitandi hermenn til Sýrialands.
Men sýriska stjórnin hevur vrakað uppskotið, og sum svar hevur Arabiska Samgongan gjørt av at kvetta alt diplomatiskt samband við landið.
Tað var heldur friðarligari í býnum Homs um vikuskiftið, enn tað hevur verið, men í morgun frættist, at stjórnarherurin er aftur farin at skjóta inn í býin. Óváttað tíðindi siga, at 35 fólk lógu eftirá í Homs leygardagin og fýra í gjár.