Sýrialand fær skyldina

Libanska andstøðan og amerikanska stjórnin eru á einum máli um, at fyrrverandi libanski forsætisráðharrin bleiv myrdur eftir boðum úr Sýrialandi

Minst tólv fólk, teirra millum fyrrverandi forsætisráðharrin Rafik Hariri, doyðu í teirri sera hørðu bumbuspreingingini í libanska høvuðsstaðnum Beirut fyrradagin. Spreingingin var so hørð, at tann serbygdi bilurin hjá fyrrverandi forsætisráðharranum fór í smildur, og fleiri hús nærhendis bumbustaðnum fingu stóran skaða.

Ein higartil ókendur felagsskapur hevur átikið sær ábyrgdina av álopinum, men í Libanon er andstøðan ikki í iva um, at tað var grannalandið Sýrialand, sum legði álopið til rættis. Andstøðan vísir á, at Rafik Hariri vildi hava Sýrialand at taka sínar hermenn úr Libanon, og andstøðan vil vera við, at tað var hetta, sum kostaði fyrrverandi stjórnarleiðaranum lívið.

Amerikanska stjórnin hevur somu áskoðan, og ein embætismaður segði við New York Times í gjár, at tilburðurin í Beirut ger, at USA fer at leggja uppaftur størri trýst á stjórnina í Damaskus. USA hevur leingi lagt Sýrialand undir at stuðla altjóða yvirgangi og at hjálpa uppreistrarmonnunum í Irak, og nú ber USA ótta fyri, at bumbuspreingingin í Beirut fer at órógva friðarroyndirnar hjá ísraelsmonnum og palestinum.

Sýriska stjórnin hevur avsanað, at hon hevði nakað við bumbuspreingingina í Beirut at gera. Tvørturímóti hevur stjórnin sagt seg harmast tað, sum hendi, men í Washington verður hetta ikki tikið fyri fult.

-Vit hava eingi prógv, men vit hava varhugan av, at tað var Sýrialand, sum skipaði fyri álopinum, sigur embætismaðurin við New York Times.

Sýrialand hevur havt 15.000 hermenn í Libanon síðani borgarakríggið har í áttatiárunum, og í veruleikanum hevur Sýrialand fult eftirlit við øllum landinum.

.