Sára er Miss Suðuroy 2009

Tá suðuroyingar um vikuskiftið skipaðu fyri Miss Suðuroy kapping í TB Húsinum, gjørdist tað Sára Olsen úr Hvalba, ið fór avstað við heitinum sum Miss Suðuroy 2009. Nógv fólk var komið saman at síggja tær 9, ið kappaðust, og áskoðarar, saman við 4 dómarum, gjørdu av, hvussu úrslitið bleiv.

Vinnarin fekk gávukort á 3000 kr, gávukort frá BN Myndir, umframt blómur og heiðursmerki.

Sára Olsen gjørdist nr. 1, Miriam við Kvíggja úr Sumba gjørdist nr. 2, og Kára Jacobsen, Sumba, gjørdist nr. 3.